Skipasmíð
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
- Vit hava grund til at stúra, men enn hava vit ikki sæð nakað dømi um, at byggisáttmálar eru útsettir ella ógildaðir orsakað av vantandi fígging, sigur stjórin í marknaðarfyritøkuni Norske Skipsverft, Birger Skår, við Sunnmørsposten.
Hann leggur afturat, at enn hava skipasmiðjurnar heldur ikki fingið boð um, at nøkur byggiætlan verður slept orsakað av vantandi fíggingarmøguleikum. Hann ásannar hinvegin, at tær broyttu umstøðurnar fara uttan iva at síggjast aftur í bíleggingarbókunum hjá skipasmiðjunum, og tað er nóg álvarssamt, sigur hann.
Í løtuni hava norsku skipasmiðjurnar bíleggingar fyri meiri enn 60 milliardir norskar krónur, og meiri enn 80 prosent av hesum eru innan frálandavinnuna, sigur Birger Skår við Sunnmørsposten.
Tann vanliga mannagongdin við skipasmíði er, at skipasmiðjurnar hava eitt byggilán, reiðaríið rindar eitt ávíst forskot, og tann endaliga uppgerðin verður so avroknað, tá skipið verður latið eigaranum. Men fíggjarkreppan kann gera, at hetta mynstrið verður broytt, og at skipasmiðjurnar nú fara at treyta sær, at reiðaríið hevur útvegað sær ta neyðugu langtíðarfíggingina, áðrenn sjálv byggingin fer í gongd.
Sunnmørsposten skrivar, at tað er sjáldsamt, at eitt reiðaríið var noktandi svar, tá tað ætlar at byggja sær nýtt skip, tí vanliga verður ein ella onnur loysn funnin, so verkætlanin kann fullførast.










