Teir tríggir menninir, sum norska trygdartænastan hevur tikið og skuldsett fyri at hava havt ætlanir um yvirgang, eru av útlendskum uppruna, men hava uppihaldsloyvi í Noregi. Trygdartænastan sigur, at ein av teimum tiknu er norskur ríkisborgari, og at hann er úr Kasakstan ella vestara parti av Kina. Hinir báðir eru úr Irak og Usbekistan. Allir tríggir eru í 30´árunum.
Janne Kristiansen, sum er leiðari fyri norsku trygdarløgregluni, vildi á tíðindafundi í dag ikki siga, hvat slag av yvirgangi teir tríggir fyrireikaðu. Hon vildi heldur ikki siga, at teir ætlaðu at fremja yvirgang í Noregi ella aðrastaðni í heiminum.
Hon váttaði hinvegin, at trygdarløgreglan hevur ábendingar um, at menninir hava havt samband við bólkar uttanlands, og at teir kunnu hava havt samband við al-Qaeda. Hon segði eisini, at ætlanirnar hjá monnunum hava samband við USA og Bretland.
Norski løgmálaráðharrin, Knut Storberget, segði á tíðindafundi seinnapartin, at norska fólkið hevur ongantíð verið í vanda í sambandi við yvirgangsætlanina hjá teimum trimum monnunum. Hann helt tíðindafund saman við Jens Stoltenberg, forsætisráðharra.