Norska arbeiðsloysið tað minsta síðani 2008

Í august vóru 68.400 fólk í Noregi skrásett sum arbeiðsleys, og tað var fýra prosent færri enn í sama mánað í fjør. Hagtølini vísa, at tað vóru 1.400 færri arbeiðsleys í august enn í juli, og at arbeiðsloysið kom niður á 2,6 prosent í síðsta mánað.

Sagt verður, at talið á ósettum størvum hevur verið at kalla tað sama teir seinastu tríggjar mánaðirnar, og í august vóru fýra prosent fleiri størv lýst leys enn í august í fjør.

Steinar Juel, greinari hjá Nordea Markets, sigur við NTB, at tølini vísa, at tað er framvegis ein støðugur vøkstur í tí norska búskapinum. Hann leggur afturat, at tey seinastu tølini eru betri, enn greinarar høvdu væntað.