Color Line og Fjord Line, sum eru tvey tey størstu ferjureiðaríini í Noregi, hótta við at flyta flotanar hjá sær til onnur lond. Hetta kemst av, at norska stjórnin hevur hert lóginia viðvíkjandi lønunum hjá sjómonnum.
Sjómenn í Noregi skulu nú skattast sum allir aðrir norðmenn og lønast við eini bruttoløn, sum teir skulu gjalda skatt av. Áðrenn hevði stjórnin góðkent, at tey, ið arbeiddu umborð á ferjunum, skuldu fáa eina nettoløn, men í tí førinum hevur stjórnin skift meining.
Trupulleikin hjá teimum norsku reiðaríunum er, at lógirnar eru øðrvísi í hinum Norðanlondunum, t.d. Svøríki og Danmark. Her skulu reiðaríini bara gjalda eina nettoløn og kunnu tí spara fleiri milliónir krónur á lønkontoini.
Jyllandsposturin skrivar, at norska reiðaríið Fjord Line umhugsar av álvara, at flyta flotan til Føroya. Men hetta vilja tey hvørki játta ella vátta á Fjord Line.
? Vit hava hugt eftir nógvum ymiskum londum, og har eru Føroyar ein møguleiki, sigur Atle Kvamme, kunningarstjóri á Fjord Line.
? Men vit vóna sjálvandi fyrst og fremst, at norska stjórnin broytir hesar lógirnar, soleiðis, at vit framhaldandi kunnu vera undir norskum flaggi. Men fíggjarlógin verður helst ikki klár fyrr enn í desember, so vit vita onki fyrr enn um hálvan desember. Enn er so eingin avgerð tikin um, hvagar flotin hjá okkum skal flytast.
Fingið fyrispurningar
Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fiskimálum, sigur, at fleiri fyrispurningar hava verið frá norskum reiðaríum. Nøvn vil hann tó helst ikki koma inn á. Men hann vil tó siga so mikið sum, at um ein so stórt norskt reiðarí, sum Fjord Line, sum er næst størsta ferjureiðaríið í Noregi, vil lata seg skráseta hjá FAS ? Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini ? merkir tað inntøkur til samfelagið.
? Um eitt so stórt og viðurkent reiðarí hevði flutt sín flota til Føroya, hevði tað verið tað stóra gjøgnumbrotið fyri FAS, tí so høvdu eisini fleiri fylgt aftaná. Men eg haldi vit skulu vera varin við at vera ov optimistisk, sigur Jørgen Niclasen, sum vísir á, at eitt norskt skip, Bergina, longu hevur latið seg skrásett í Føroyum. Bergina er 70.000 bruttotons, og til samanberingar kann sigast, at Norröna er 8000 bruttotons.
Jørgen Niclasen sigur annars, at nógv hevur verið arbeitt við FAS skipanini, og ætlanin er at marknaðarføra hana uttanlands komandi ár.
? Arbeitt verður við at gera skipanina betri, so tað ber til hjá okkum at vera við í kappingini um at fáa skip skrásett her í Føroyum. Men tað er langt eftir á mál, men arbeitt verður enn við tí. Skipanin er 10 ára gomul, men hon kann saktans gerast til eina góða inntøkukeldu fyri landið, eins og hon er tað á Isle of Man, sigur Jørgen Niclasen, sum tó slær fast, at hann vil ikki siga ov nógv viðvíkjandi nøkrum norskum reiðaríið.