Norsk løgreglufólk vilja hava vápn

Norsk løgreglufólk siga, at skammbyrsan eigur at vera ein partur av teirri vanligu útgerðini. Tað skrivar blaðið Verdens Gang. Sum er er tað bara í sambandi við serlig høvi, at løgreglan er vápnað.

Stutt aftan á yvirgangin í Oslo og á Utøya seinasta summar vórðu tey norsku løgreglufólkini spurd, um tey vildu hava skammbyrsu uppi á sær, men 80 prosent svaraðu nei. Í dag er ein lítil meiriluti ímóti, men teirra fakfelag tekur kortini undir við, at løgreglufólk verða vápnað, skrivar Verdens Gang.

Í Danmark hava løgreglufólk borið vápn síðani 1965, tá Palle Sørensen skeyt fýra løgreglumenn.