Norsk kvinna boðaði frá neyðtøku - men fekk fongsulsrevsing

Í Dubai er ein norsk kvinna dømd at sita í eitt ár og fýra mánaðir eftir at hava boðað frá, at hon varð neyðtikin.

Kvinnan meldaði neyðtøkuna til løgregluna, men tey trúðu henni ikki. Í staðin fyri at døma tann, sum hevði gjørt seg inn á hana, dømdi rætturin kvinnuna.

- Hon fekk 16 mánaða fongsulsrevsing fyri kynsliga samveru uttan fyri hjúnalag. Hetta sigur Gisle Meling, prestur í sjómannakirkjuni í Dubai.

- Tað er ein ræðulig støða fyri kvinnuna. Vit eru bilsin av hesum og høvdu vónað, at tað gekk øðrvísi. Men vit búgva í einum landi við eini rættarskipan, sum hevur dømt gjøgnum sína Sharia lóggávu.

Norska blaðið VG hevur havt samband við kvinnuna.

- Eg havi fingið strangastu revsing fyri kynsligt samband uttan fyri hjúnalag, strangastu revsing fyri at drekka alkohol, og haraftrat varð eg dømt fyri at siga ósatt, sigur hon.

Avstralsk kvinna sat átta mánaðir eftir neyðtøku

Í mai var tann 27 ára gamla Alicia Gali í sjónvarpi og greiddi frá, at hon varð hópneyðtikin í Dubai í 2008, men fekk fongsulsrevsing fyri kynsligt samband uttan fyri hjúnalag.

Hon starvaðist á einum gistingarhúsi í Dubai, har hon varð doyvd og síðan neyðtikin av trimum starvsfeløgum. Hon fór á sjúkrahús við brotnum rivum, tá hon vaknaði dagin eftir. Men hon varð sjálv handtikin og dømd 11 ára fongsulsrevsing fyri kynsliga samveru og ein eyka mánað fyri at drekka alkohol.

Endin varð, at hon sat átta mánaðir í fongsli, áðrenn hon slapp út og varð send aftur til Avstralia.