Tann góði oljuprísurin kemur sum vera man oljufeløgunum væl við, og tað sást eisini í roknskapinum hjá Norsk Hydro fyri annan ársfjórðing í ár, sum felagið kunngjørdi í gjár.
Roknskapurin vísir, at felagið hevði góðar fimm milliardir krónur í avlopi í apríl-ársfjórðingi, og tað er heili 51 prosent meiri enn í sama ársfjórðingi í fjør, tá avlopið var 3,4 milliardir krónur. Framgongdin stendst bara av príshækkingini, tí Norsk Hydro hevur vunnið minni olju í Norðsjónum í apríl-ársfjórðingi í ár enn í fjør.
Sambært AFP var meðaloljuprísurin 67,9 dollarar í apríl-ársfjórðingi í ár ella 36 prosent hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Í seinastuni hevur kreppan í Miðeystri gjørt, at prísurin hevur verið heilt uppi á 78 dollarum fyri tunnuna.










