Norsk HM-sensatión

Norsku hondbóltsmenninir, sum føroyska landsliðið dystaðist við herfyri, sygrdi mánakvøldið fyri mest óvæntaða úrslitinum higartil í HM-endaspælinum í Tunis, tá ið teir vunnu á olympisku meistarunum og heimsmeistarunum úr Kroatia.

Norðanlond eru væl umboðað í HM-endaspælinum í manshondbólti, sum í hesum døgum er í afrikanska landinum Tunis. Ísland, Danmark, Noreg og Svøríki hava øll tikið lut í kappingini, men eftir bólkaspælið eru bæði íslendingar og danir sendir heim aftur, tí teir ikki hava staðið seg nóg væl. Svøríki tykist eisini at hava spælt sær av við sínar møguleikar, og tí er tað upp til normenn at verja norðurlendska heiðurin.

Vunnu á heimsmeistarunum
Mánadagin vóru fyrstu dystirnir í millumspælinum spældir, og normenn høvdu fingið ein ordans avbjóðing, tí teir skuldu dystast við verjandi heimsmeistararnar og olympisku meistararnar úr Kroatia, sum høvdu vunnið allar dystirnar í kappingini higartil.
Norsku menninir tóku dystin upp við kroatarnar, og við einum mannfólkaavriki syrgdu teir fyri mest óvæntaða úrslitinum higartil, tá ið teir vunnu 28-25 í einum sera spennandi dysti.
Rómurin á norsku spælarunum og áskoðarunum aftaná dystin var øgiligur, og rópini frá frásøgumonnunum hjá norska sjónvarpinum mintu ikki sørt um, tá ið norska fótbóltslandsliðið á sinni vann á Onglandi á Wembley.
Í gjárkvøldið skuldu normenninir so aftur í eldin, og hesaferð var mótstøðuliðið grannarnir úr Svøríki. Um Noreg vann tann dystin, er møguleikin hjá teimum fyri at røkka einum hálvfinaluplássi heilt góður, og tað hevði verið eitt ógvuliga óvæntað úrslitið, um normenn røkka so langt í HM-endaspælinum.