Alt bendi á, at Norra fór at fáa øll fýra stigini við sær í høvuðsumfari í oddadystinum í bólki A ímóti Niðurlondum í dag.
Sí eisini:
HM: Danmark og Frakland spæla fyri lívínum í dag - Svøríki og Norra í stórdystum
Avrikini hjá Norra høvdu verið nakað misjøvn, men kortini givið fulla úrtøku áðrenn dystin í dag.
Niðurlond høvdu enn misjavnari avrik at vísa á, har serliga greitt tap ímóti Slovenia gjørdi at Niðurlond duttu burtur úr prátinum um heiðursmerkjavinnarar.
Til samanberingar vann Norra 36-20 á Slovenia.
Í dystinum í dag var Norra eisini á odda við fýra málum í steðginum, men so fór alt at ganga galið.
Endin var, at Niðurlond vunnu 30-28 og er best fyri av øllum í sínum bólki í høvuðsumfarinum. Norra fær bert tvey stig, meðan Serbia fer víðari við ongum stigi.
Í bólki D var eisini oddadystur, har Russland og Svøríki bardust um at fáa øll fýra stigini við sær.
Russland var greitt oman á, fór at økja støðugt í fyrra hálvleiki og var á odda við fýra málum við steðgin.
Í seinna hálvleiki var dystarmyndin einki broytt, og Russland vann greiðan 30-22 sigur, og hevur nú vunnið sær ein risastóran favorittleiklut til Heimsmeistaraheitið.