Norsk ferja á land

Norska bjargingartænastan hevur tikið tey 80 ferðafólkini av einari ferju, sum fór á land við ferjuleguna í Krokeide við Bergen í morgun.

Fyri einum góðum hálvum tíma síðani varð fráboðað, at øll ferðafólkini vóru komin í land, og at eingin hevði fingið skaða av hendingini.

Tey fyrstu tíðindini í morgun søgdu, at ferjan, sum eitur "Trondheim", var farin at leka, men tað bleiv avsannað seinni.