Norsk feløg í vanda

Ikki færri enn 14 norsk fótbóltsfeløg eru í vanda fyri at missa spæliloyvi, tí fíggjarstýringin er ov vánalig. Talan er um Lyn, Tromsø, Strømsgodset, Start, Stabæk, Kongsvinger, Haugesund, Hønefoss, Løv-Ham, Sarpsborg, Moss, HamKam, Skeid og Notodden. Tey hava øll fingið eitt treytað loyvi fyri kappingarárið 2010, og tí skulu tey skjalprógva ein positivan eginkapital við árslok í ár. Serliga stórur er vandin fyri, at gamla Oslo-felagið, Lyn, ikki megnar at liva upp til hesi krøv. Feløgini, ið ikki megna krøvini, mugu byrja komandi kappingarár í fjórðbestu norsku fótbóltsdeildini.