Norska felagið Langlee Wave Power hevur selt alduorkutøkni til Turkalands fyri 90 milliónir krónur. Hetta er liður í milliardaætlan hjá Turkalandi í grøna orku. Norska felagið Langlee Wave Power varð sett á stovn í 2006, og síðani hevur stovnarin Julius Espedal brúkt níggju milliónir krónur uppá at menna nýggja alduorkutøkni. Hesa vikuna fekk hann loksins lønina, skrivar norska Finansavisen.
Turkiska felagið Unmaksan hevur nevniliga bílagt tøknina til eitt alduorkuverk fyri útivið eina miljard krónur.
Langlee Wave Power fær 90 miliónir norskar krónur í loyvisinntøkum fyri útbúnaðin.
Turkiska verkætlanin, sum toyggir seg meira enn 11 kilometrar framvið strondini, hevur eina samlaða orku uppá 24 megawatt.
- Vit hava kannað meira enn 70 ymiskar alduorkuætlanir, og vit halda, at Langlee hevur ta mest harðbalnu tøknina og kostnaðareffektivu loysnina. Avtalan við Langlee er ein vóngevandi byrjan at menna alduorkuríkidømið í Turkalandi, sigur stjórin í Unmaksan, Serhat Kan.
Tøknin er grundað á eitt flótandi rammuverk, sum er fest í havbotnin.
Vatnveingir geva orkuna frá aldunum.
Sum er er alduorka dýrari enn vindur, men Julius Espedal hevur vónir um broytingar á hesum øki.
- Vit hava sum mál, at alduorka skal vera líka bílig sum vindorka innan fimm ár. Vit ætla bæði at økja um effektivitetin og avmarka kostnaðin, sigur hann við Finansavisen.










