Norrønt ungmannafelag setast á stovn

Leygardagin 8. februar verður stovnandi aðalfundur av Norrøna Ungmannafelag Føroya.

Norrønafelagið kenna mangir føroyingar. Nú eru stig tikin til at fáa í lag eitt felag fyri yngri limir.

 

 

Lýst er til aðalfundar til stovnan av Norrøna Ungmannafelag Føroya (NUF).

 

Aðalfundurin verður í Norðurlandahúsinum í Norðurstovu leygardagin 8. februar 2014 kl. 15.

 

Sagt verður soleiðis um NUF:

 



INFO um NUF:
Norrøna Ungmannafelag Føroya (NUF) blívur ein politiskt óheftur felagsskapur, sum leggur dent á at deila norðurlendska mentan, samfeløg, søgu, mál og náttúru, eins væl og tað at gera samstarvið og sambandið millum tey norðurlendsku londini sterkari og betri. Hetta skal fremjast í verki við at skipa fyri ymsum norðulendskum tiltøkum, bæði í Føroyum og í hinum norðulendskum londunum. 

Øll ung fólk sum hava áhuga í samstarvi millum norðurlendskan ungdóm, og hava hug til at læra og uppliva nýggj spennandi ting, ikki bara um Føroyar, men um øll norðurlendsku londini kunnu vera við í NUF.