20 fólk vóru møtt til stovnandi aðalfundin av Norrøna Ungmannafelag Føroya, sum var í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum í Havn í dag.
Laura Kathrine Apol úr Havn var einmælt vald til forkvinnu í tí nýstovnaða felagnum. Eftir hetta var nevndarval á skránni. Jónathan Jacobsen, Erhard Petersen, Bjarni Kárason Petersen og Christoffur Gert Nielsen vóru valdir í ta fyrstu nevndina. Tiltakslimir eru Tór Marni Weihe og Bárður Hentze.
Við at trýsta á hesa leinkjuna ber til at síggja eina kykmynd av fyrstu nevndini í Norrøna Ungmannafelag Føroya, har nevndarlimirnir og tiltakslimirnir presentera seg, ein og ein: http://www.youtube.com/watch?v=P5qANGN3VNE
Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Lauru Kathrine Apol við at trýsta á pílin undir myndini.