Tá ið Jonny Dimon á Tvøroyri í Degi og Viku fríggjakvøldið nevndi møguleikan fyri at seta Norrønu í suðuroyarsiglingina ímeðan Smyril er til eftirlit, vóru tað nógv sum smírdust, tí tey hildu tað vera skemt.
Óvist er, hvussu djúp tað stakk tá.
Men tað er so í øllum førum greitt, at síðani er tað blivið til alt annað enn skemt.
Tí myndugleikarnir eru nú farnir at kanna møguleikarnar fyri at seta Norrønu í suðuroyarsiglingina ta tíðina, Smyril er í dokk, væntandi ein mánaða ella so.
Óli Hammer, stjóri á Smyril Line váttar, at hann er biðin um at kanna, um tað tekniskt ber til at seta Norrønu í sigling ímillum Havnina og Drelnes.
Norrøna hevur verið á Tvøroyri fyrr, men hevur ikki ligið í ferðafólkahavnini á Drelnesi.
Smyril Line hevur fingið tekningar og dybdarkort av samferðsluhavnini á Drelnesi, og tað er kannað nú.
Tekniskt er onki í vegin fyri at lata Norrønu røkja suðuroyarsiglingina. Tað er ivaleysa djúpt á Drelnesi og tað ber eisini til at leggja at.
Sjálv ferjulegan kann eisini brúkast.
Einasti trupulleikin verður kanska, hvussu Norrøna skal bindast á Drelnesi.
Bryggjan á Drelnesi er bara 78 metrar, men Norrøna er 130 metrar long, og tað kann verða ein trupulleiki, sum ikki er liðugt loystur enn.
Óli Hammer sigur, at fyribils eru Smyril Line bara biðið um at kanna um tað tekniskt ber til lata Norrønu røkja Suðuroyarsiglingina.
Men um talan blívur um leigumál er enn onki avgjørt um
Annars var ætlanin, at Norrøna skuldu fara eina rundferð í Norðuratlantshavi hesa tíðinam talan er um .
Men tann ferðin kann flytast um álvari spyrst burturúr ætlanini at seta Norrønu í suðuroyarsiglingina.
Óli Hammer sigur, at talan var um eina ferð úr Danmark, til Føroyar, um Vestmannaoyggjar til Reykjavíkar.
Løgmaður var ikki at hitta.