Norrøna siglir seinnapartin í dag av Kollafirði og suður á Vág.
Ringa veðrið í gjárkvøldið gjørdi, at Norrøna fór inn á Kollafjørð at liggja.
Norrøna siglir av Kollafirði klokkan 16 í dag, og í tí sambandi kunnu ferðafólk fara við bussi til Kollafjarðar av Farstøðini klokkan 15.30 seinnapartin.
Norrøna skal eftir ætlan sigla av Vági klokkan 19.00 og av Havnini klokkan 22.00 í kvøld.
Strandferðslan boðar frá, at Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í sambandi við broytingarnar.