Norrøna krokar uttan fyri Kristiansand

Ringa veðrið í Danmark forðar Norrøna at koma í Havn í Hirtshals

 

Norrøna, sum skuldi koma í Havn í Hirtshals í morgun um hesa tíðina, liggur og krokar uttan fyri Kristiansand í Noreg.

Tað er vánaliga veðrið og vánaligu veðurvánirnar í Danmark, sum gera, at skipið er seinkað.

Á Smyril Line siga tey, at tað sær út til, at fráferðin úr Hirtshals verður seinnapartin í morgin, og tey heita annars á fólk um at fylgja við á heimasíðu felagsins, www.smyrilline.fo, har allar broytingar verða lýstar.

 

##med2##