Norrøna hevur sett met í ár

Ferðafólkatalið við Norrønu nú farið uppp um 100.000

 

Norrøna, hevur sett met í ár, tí ongantíð áður hevur Føroyska ferðamannaskipið flutt so nógv ferðafólk sum í ár.

 

Tilsamans hevur Norrøna flutt 105.000 ferðafólk í ár og tað eru eini 13 prosent meiri enn í fjør.

 

Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, sigur, at tey hava gjørt serliga nógv burtur úr at marknaðarføra Norrønu uttanlands og tað hevur nú givið úrslit.

 

Somuleiðis er prísurin á ferðaseðlum fallin rættiliga fitt í miðal. Men akkurát hussu stór, lækkingin er, hevur hann ikki hug at siga.

 

Serliga er tað talið á týskum ferðafólkum, sum er vaksin.

 

Men helst fegnast stjórin um, at tað hevur eydnast teimum at spjaða ferðafólkið yvir fleiri mánaðir um árið.

 

- Vanliga er háárstíðin juni, juli og august, men nú hava vit megnað at longt háárstíðina einar tveir mánaðir í ár.

 

Tað er serliga í hesum sambandi, at tann stóri vøksturin liggur, sigur hann.

 

Men yvirhøvur eru tað betri marknaðarføring og lægri ferðaseðlaprísir, sum hava ført til, at úrslitið hjá Norrønu er blivið betri í ár.

 

Rúni Vang Poulsen letur eisini væl at søluni næsta ár, tí sum tað sær út nú, verður úrslitið næsta ár enn frægari enn í ár, leggur hann afturat

 

Næsta ár verður siglingin hjá Norrønu tann sama sum í ár. Og hóast nógvir fyrispurningar eru, hevur Smyril Line fyribils ongar ætlanir um at taka siglingina upp á Skotland og Noreg, upp aftur

 

- Vit ætla at styrkja okkum enn meiri á teimum marknaðunum, vit longu eru á, sigur Rúni Vang Poulsen.

 

Hann sigur, at hetta fer at gera Smyril Line eitt væl betri rakstrarúrslit enn í fjør, men hann hevur ikki hug at útgreina tað.