Norrøna bíðar eftir betri veðri

Hon krokar og bíðar eftir betri líkindum og sostatt verður hon næstan eitt samdøgur seinkað til Føroya

Veðurlíkindi eru vánalig, so Norrøna verður eitt samdøgur seinkað til Føroya.


Norrøna fer úr Danmark seinnapartin leygardagin og skuldi eftir ætlan vera í Føroyum klokkan fimm mánamorgunin.

 Men líkindini eru so vánalig, at Norrøna ætlar sær at kroka og at bíða eftir betri líkindum og tessvegna verður hon næstan eitt heilt samdøgur seinkað, so hon verður ikki at bryggju í Havn, fyrrenn á miðnátt mánakvøldið.

 

Tey, sum hava farm við Norrønu hava fingið at vita frá Smyril Line, at av tí sama verður allur farmur eitt samdøgur seinkaður.

 

Veðurstøðirnar siga frá 12 metra høgari aldu sunnanfyri og eystanfyri Føroyar um vikuskiftið og so ringum líkindum ætlar Norrønu ikki at sigla í.

 

Sum tað sæst á veðurkortinum, er tað myrkamorreytt og tað boðar frá 12 metra høgari aldu.

 

Tí ætlar Norrøna at bíða til sjógvurin slætnar og so verður siglt til Føroyar.