Í morgun var ov nógvur vindur hjá Norrønu at leggja at í Havn. Tí var farið á Kollafjørð.
Sambært ferðaætlanini skuldi Norrøna fara av Kollafirði til Vágs nú klokkan 13. Men Strandferðslan hevur boðað frá, at tann fráferðin er avlýst.
Í staðin fer Norrøna nú sambært ferðaætlanini av Kollafirði klokkan 18. Strandferðslan boðar frá, at bussur koyrir frá Farstøðini klokkan 17:30 til Norrønu.










