Í løtuni er ein norskur áloypari og royndarvenur við KÍ stendur at lesa á heimasíðuni hjá Norðlýsinum. Talan er um 26 ára gamla Stig Edvin Aksnes, sum seinasta kappingarár skeyt ikki færri enn 21 mál fyri felag sítt Norheimsund í 2.deild í Noreg. Við Norðlýsið sigur Aksnes, at hann er sera spentur upp á royndarvenjingarnar, sum komu í lag, eftir at KÍ hevði vent sær til ein norskan agent, við teirri vón at tað skuldi eydnast at finna teimum ein málslúkara á norska marknaðinum.