Norris best umtóktur

Um ein mánað verður forsetaval í Írlandi, og kappingin um embætið verður eftir øllum at døma sera hørð. Í einari nýggjari meiningakanning liggur tann samkyndi tingmaðurin David Norris fremstur við 21 prosentum av atkvøðunum. Men tað er trongt har frammi, tí á næsta plássi er ráðharrin Michael D. Higgins við 18 prosentum, og eitt triðja valevni fær 16 prosent.

Upprunaliga tók David Norris seg aftur sum valevni, tá tað kom fram, at hann hevði biðið ísraelsku myndugleikarnar geva fyrrverandi sambúgva sínum, Ezra Yitzhak, grið. Hann varð settur í fongsul í 1997 fyri at hava neyðtikið ein 15 ára gamlan palestinskan drong fimm ár frammanundan. Men fyri stuttum kunngjørdi David Norris, at hann hevði gjørt av at stilla upp kortini.