HONDBÓLTUR
Nú er innleiðandi bólkaspælið liðugt í EM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum, og áhugaði kunnu spakuliga byrja at gera sær eina heildarmynd av, hvørji lið kunnu røkka langt í endaspælin.
Varandi evropameistararnir úr Norra hava fingið eina stak góða byrjan uppá kappingini. Tær hava vunnið allar sínar dystir sannførandi, og um Norra heldur fast um góðu gongdina í innleiðandi bólkinum, so er alt sum bendir á, at tær aftur vera at finna í finaluni í ár.
Hjá hinum norðanlondunum hevur ikki gingist eins væl. Eftir eina keðiliga byrjan hevur Danmark nú fingið gongd á spælið, og tær hava enn ein góðan møguleika at spæla seg víðari til hálvfinlurnar. Svøríki er eisini komið víðari úr innleiðandi bólkinum, men hjá teimum skal alt ganga upp í eina hægri eind, um tær ætla sær í semifinaluna.
Annars havi bæði Ungarn og heimsmeistararnir úr Russlandi víst sannførandi spæl, og hesi bæði londini mugu, saman við Norra, metast at vera størstu favorittarnir at vinna meistaraheitið.
Ungarn í serflokki
Í bólki A var eingin ivi um, hvat av liðunum var sterkast. Undan kappingini var mett, at Ungarn fór at kappast við Eysturríki um fremsta plássið, men í fyrsta dystinum vísti Ungarn, at tær eru nógv sterkari enn Eysturríki. Ungarn vann nevniliga innanhýsis dystin 42-23, og so var støðið lagt hjá ungarum.
Ungarn vann allar sínar dystir, meðan Eysturríki megnaði at vinna hinar báðar dystirnar. Sostatt endaðu Ungarn og Eysturríki á fremstu plássunum, meðan Makedonia endaði á triðja plássi og slapp víðari til millumspælið. Einasta liðið, sum ikki kom víðari var Serbia.
Norra kann endurvinna heitið
Í bólki B var Norra mett at vera heilt stóri favoritturin. Undan kappingini vistu serfrøðingar ikki rættiliga, hvat teir skuldu vænta av norska liðnum, men Norra fær at kalla altíð góð úrslit í endaspølum. Tær hava eisini eitt meistaraheitið at verja, og hetta hava tær gjørt á besta hátt higartil í kappingini.
Norra vann allar tríggjar dystirnar trygt í innleiðandi bólkinum, og einasta liðið, sum royndi at geva Noregi mótstøðu, var Týskland, sum tó mátti lúta við fimm málum. Týskland megnaði tó at halda seg á øðrum plássi, meðan Pólland endaði á triðja plássi. Slovenia megnaði ikki at koma víðari úr bólkinum.
Hjá Norra kom illa við, at bakspælarin, Katja Nyberg, mátti fara heim orsaka av skaða, men ein spælari hevur tikið av møguleikanum eftir hetta. Kristine Lunde, sum er tvillingur við málverjan á norska landsliðnum, er komin inn í staðin fyri Katja Nyberg, og higartil hevur hon havt flestar málgevandi avleveringar í kappingini.
Russiska bjørnin stevnir móti finaluni
Í bólki C finna vit heimsmeistarnar úr Russlandi. Russland er mett at vera størsti favoritturin at vinna meistaraheitið, og russisku kvinnurnar hava eisini livað upp til vónirnar higartil. Russland hevur nevniliga vunnið allar sínar dystir sannførandi, og serliga sigurin á vertunum úr Svøríki var sannførandi. Har vann Russland við 15 málum, meðan vertirnir bara megnaðu at skora 15 ferðir.
Kroatia endaði á øðrum plássi, eftir at tær heldur óvæntað vunnu á Svøríki í síðsta dystinum. Harvið endaði Svøríki á triðja plássi, meðan Ukreina ikki kom víðari.
Danmark er komið í gongd
Bólkur D var nógv tann javnasti í bólkaspælinum. Her endaðu trý lið jøvn á fyrsta plássi, og eitt av hesum var Danmark. Danmark fekk eina keðiliga byrjan uppá kappingina, tá tær taptu fyri Fraklandi. Næsta dystin fingu tær tó uppreisn við einum sigri ímóti Hollandi, men í sama umfari vann Spania á Fraklandi. Hetta gjørdi, at Danmark mátti vinna á Spania í síðsta dystinum, um tær ætlaðu sær til millumspælið við nøkrum stigi. Hetta gekk eisini hjá donsku kvinnunum, og sostatt komu tær víðari úr innleiðandi bólkinum saman við Spania og Fraklandi, og øll trý hava nú tvey stig í millumspælinum. Holland tapti allar sínar dystir, og er sostatt einasta liðið úr bólki D, sum ikki kom víðari.
Taka vit samanum kappingini, so kunnu vit siga, at flestu av favorittunum hava livað upp til vónirnar. Norra, Russland og Ungarn hava verið mest sannførandi liðini higartil, og hesi trý vera væntandi øll at finna í hálvfinalunum. So er spurningurin, um donsku kvinnurnar enn einaferð megna at spæla seg í hálvfinaluna. Bólkurin, har donsku kvinnurnar nú eru endaðar, er sera javnur, og tær skulu helst vinna allar sínar dystir, um tær skulu hava ein møguleika at røkka hálvfinalunum.