Ein tyrla, ið var á veg út á Gullfaks-oljuøkið fyrr í dag, er dottin niður. Trettan fólk vóru umborð á tyrluni, og sambært norsku bjargingartænastuna, so eru eingin tekin um, at nakað yvirlivdi.
Tað var um middagsleitið norska tíð, at alarmsentralurin fekk eina fráboðan um, at ein tyrla var dottin niður.
Longu 20 minuttir aftaná vóru fyrstu bjargingarfólkini á staðnum, har tey staðfestu, at eingin tekin vóru um, at nakar yvirlivdi vanlukkuna.
Ellivu starvsfólk hjá Statoil og tveir tyrluskiparar vóru umborð á tyrluni, tá hon datt niður.
Tyrlan var av slagnum Eurocopter 225.