Norra: Iran-feria koppaði fiskimálaráðharranum

Hevur verið í politiskum ódnarveðri seinastu dagarnar

Norski fiskimálaráðharrin Per Sandberg, ið eisini er næstformaður í Fremskritspartiet (FRP), er í dag farin frá sum fiskimálaráðharri, aftaná at hann seinastu vikuna verið miðdepil í einum sonnum politiskum ódnarveðri.  


Orsøkin til politiska ruðuleikan er, at Per Sandberg í juli mánað brúkti ein part av síni feriu í Iran, saman við damu sínari, norsk-iransku Bahareh Letnes.


Funnist hevur verið at fiskimálaráðharranum, tí ferian var ikki samsvar við trygdarreglurnar fyri ráðharrar í norsku stjórnini og var hon hvørki gjørd í samráð við embætisfólkini í Fiskimálaráðnum ella Stjórnarráðnum. Harumframt hevur verið funnist at, at hann tók fartelefonina við sær á ferðina, hóast norska trygdartænastan PET mælti frá tí.


Tilmælið hjá PET byggir á, at í telefonini hjá fiskimálaráðharranum eru viðkvæmir upplýsingar sum teldupostar, sms-boð og innanhýsis málsviðgerðsskipanin hjá Fiskimálaráðnum, ið fremmandar stjórnir kunna hava áhugað í. Við NRK hava fleiri trygdarserfrøðingar eisini sagt, at tað er sera sannlíkt, at teldusníkar hava fingið atgongd til fartelefonina hjá fiskimálaráðharranum á feriuni í Iran.


Fríggjadagin bórust eisini tíðindini, at PET hevur sett kanning í verk av Bahareh Letnes, tí illgruni er um, at hon hevur eitt tætt tilknýti til iransku stjórnina.


Per Sandberg og Bahareh Letnes hava higartil avvíst allar ákærurnar og Erna Solberg, forsætisráðharri, hevur eisini veitt teimum stuðul, hóast hon ásannar, at fiskimálaráðharrin ikki hevur borið seg heilt rætt at. Nú er tó greitt, at Per Sandberg hevur lagt frá sær. Harald Tom Nesvik tekur við starvinum sum fiskimálaráðharri.