Statoil og hini oljufeløgini í norsku oljuvinnuni fingu einki burtur úr sínum lobbyarbeiði og mugu tí rokna við, at norski oljuskatturin verður herdur beinanvegin.
Statoil-stjórin, Helge Lund (myndin), fekk ein seinasta møguleika at fortelja fíggjarnevndini hjá Stórtinginum, hvussu hann og hansara fólk halda, at nýggju oljuskatturin fer at raka oljufelagið.
Men einki bendir á, at tað munar nakað, tí longu mánadagin verður herda oljulóggávan samtykt í Stórtinginum, har bara atkvøðurnar hjá Framburðsflokkinum eru ímóti.
Málið snýr seg um at lækka satsirnar fyri fríinntøku av kolvetnisíløgum úr 7,5 niður í 5,5 prosent um árið.










