Norra heldur ondini

Hóast Norra og Egil Drillo Olsen við einum 2-1 heimasigri á Makedonia í gjárkvøldið endaði á næstfremsta plássi í sínum bólki, mugu norðmenn bíða til mitt í oktober, áðrenn teir vita, um tað røkkur til HM-endaspælið í Suðurafrika ella ikki. Við bert 10 stigum er Norra ein av vánaligastu tveyarunum, og allir uttan tann ringasti sleppa víðari. Enn ber tó til hjá Norra at náa tað, men tað avhongur av úrslitum í øðrum bólkum, har umráðandi er, at onkur tveyari skal fáa minni burturúr.