Frakland - Norra 24-32 (13-19):
Gleðin var øgilig á norsku kvinnunum í Governo do Estadio de Sao Paulo-høllini í gjárkvøldið, tá heimsmeistaraheitið var veruleiki. Einki var at siga til tað, tí serliga fyrstu løtuna lá tað ikki í kortunum, at talan skuldi gerast um ein greiðan norskan sigur.
Kvinnurnar runnu runt vøllin við einum norskum flaggi á odda, men ikki minst var hýrurin góður á íslendska venjaranum, Þórir Hergeirsson, sum nú hevur verið við til vunnið tvær av trimum stórum kappingum, norsku hondbóltskvinnurnar hava spælt síðani 2009.
Hóast fleiri av frægaru spælarunum høvdu forfall og skaðar darvaðu fyrireikingum, umframt at liðið av tí sama ikki var so samanspælt, endaði alt væl hjá norsku kvinnunum, ið samanumtikið hava verið nógv tað besta liðið í kappingini í Brasil.
– Nú eri eg bara ótrúliga glaður og stoltur – og púra fokkaður. Hetta vísir okkum, at alt kann lata seg gera, um bara vit trúgva upp á tað, segði Þórir Hergeirsson, sum í 2009 tók við sum landsliðsvenjari eftir Marit Breivik, sum hann hevði verið hjálparvenjari hjá síðani 2001.
Stórur munur á
Fronsku kvinnurnar komu nógv betur frá byrjan, men so tóku tær norsku yvir og seinna part av fyrra hálvleiki hálaðu tær seg heili seks mál framum. Norska liðið hevði fult tamarhald á øllum og syrgdi fyri at halda munin, og tí gjørdist tað sera tungt hjá teimum fronsku at vinna seg innaftur í dystin eftir steðgin.
Ein hin størsti profilurin á norska liðnum var Heidi Løke, sum á strikuni gjørdi nógv um seg og skjeyt tvey sera týðandi mál til 29-23 og 30-24, tá Frakland royndi at gera eina allarseinastu roynd at berja seg innaftur í dystin. Eisini var Katrine Lunde Haraldsen í málinum einastandandi í finaluni og tók ferð eftir ferð broddin av fronsku álopsroyndunum.
Sum heild kann nokk sigast, at norska liðið riggaði væl sum ein eind og at spælararnir í felag lyftu so mikið væl, at eingin stóð teimum kurl, tá avtornaði. Finalusigurin í gjár tryggjað Norra fyrsta gullmerki í HM-kappingini síðani 1999, so eitt sindur av einum lætta mundi hetta eisini vera.
Svøríki við til OL
Til stuttleika kann nevnast, at nú Norra fyri aðru ferð verður heimsmeistari í kvinnuhondbólti, merkir sigurin eisini, at Norra bjargar svensku grannum sínum eitt atgongumerki til olympisku leikirnar í London næsta summar. So hjá vónbrotnu svenskarunum, ið ruku úr kappingini í fjórðingsfinaluni ímóti júst Fraklandi, var eisini okkurt at fegnast um í gjár.
– Eitt sindur løgið at sita heima í sofuni við einum teppi út yvir seg og so fáa eitt pláss í OL, segði ein av svensku spælarunum Matilda Boson, ið fekk viðhald frá svenska liðformanninum, Johanna Wiberg: – Løgið at sita framman fyri sjónvarpinum og rópa á Norra av lív og sál…
Av tí at svensku hondbóltskvinnurnar vunnu silvur í EM-kappingini, sleppa tær undan at spæla undankapping til OL, men koma beinleiðis til London sum europameistarar, nú Norra kemur við sum heimsmeistari.
Russland, sum hevur verið heimsmeistari síðstu tríggjar ferðirnar, var favorittur at vinna HM aftur hesa ferð, men russiska liðið snávaði í fjórðingsfinaluni ímóti Fraklandi og kom tí ikki í nánd av heiðursmerkjum.
Frakland: Claudine Mendy 4, Angeliqué Spincer 4, Paule Baudouin 3, Siraba Dembele 3, Nina Kamto Njitam 3, Audrey Bruneau 2, Audrey Deroin 2, Camille Ayglon 1, Marie-Paule Gnabouyou 1, Raphaelle Tervel 1
Norra: Kristine Lunde Borgersen 6, Linn Jørum Sulland 5, Amanda Kurtovic 4, Heidi Løke 4, Tonje Nøstvold 4, Karoline Dyhre Breivang 2, Camilla Herrem 2, Kari Mette Johansen 2, Linn-Kristin Riegelhuth Koren 2, Ida Alstad 1