Norra bíðar eftir ES

Í Norra verður fylgt væl við, hvat ES ætlar at gera í sambandi við revsitiltøkini í móti Føroyum.

ES hevur í longri tíð hótt við at revsa Føroyar, tí føroyingar hava kannað sær ov stóra silda kvotu. Nú verður væntað, at tiltøkini verða sett í gildi í komandi mánað.

Við norska blaðið Fiskaren sigur formaðurin í norska reiðarafelagnum, Audun Mårak, at vinnan fegin vil vita, hvat Norra fer at gera, tá ES hevur samtykt uppskotið um handilsforðingar.

-Eg havi altíð víst á, ósemjan longu hevur fingið avleiðingar og Norra longu revsar Føroyar. Nú mugu vit meta støðuna út frá tí, sum nú fer at henda, sigur Audun Mårak við Fiskaren.

Avleiðingarnar sum Audun Mårak sipar til, eru, at føroysk skip sleppa ikki at fiska í norskum sjógvi, og føroyskum skip sleppa ikki at landa sild og makrel í Norra.