Sendingin frá hósdegnum verður endursend kl. 17 Í sendingini ?Norrønuradio?, sum var send fyrstu ferð hósdagin, hoyra vit innsløg, sum er tikin upp umborð á Norrønu. Prát er eisini við fólk í Esbjerg, Søndervig, Bogense, Kiel og Weisenhauser Strand í Norður-Týsklandi. Eisini verður prátað við umboð fyri tær føroysku ferðaskrivstovurnar.