Norrøna verður verandi í Føroyum

Í vikuni bar danska internettíðarritið, Travel Report, tey tíðindi, at hetlendingar hava kravt, at Norrøna skal hava støð í Lerwick aftur fyri, at teir hava sett partapening í Smyril Line. Tað er tómt tos, sigur nevndarformaðurin í Smyril Line

Ferðavinna

?Norrøna er føroysk og fer at hava støð í Havn, sum hon altíð hevur gjørt. Annað tos má standa fyri egna rokning hjá teimum, sum siga tað, sigur Tormóður Djurhuus, nevndarformaður í Smyril Line.
Eftir nýggju vetrarferðaætlanin hjá Smyril Line fer Norrøna at leggja at í Lerwick í Hetlandi fýra ferðir um vikuna. Bæði til og úr Hanstholm og Bergen. Tað vil siga, at hon um veturin ongantíð fer at sigla milum tvær havnir, uttan onnur eitur Lerwick.
Danska tíðindaritið Travel Report skrivaði mánadagin, at hetta mátti metast sum, at Norrøna nú hevði støð í Hetlandi um veturin.
Víðari varð skrivað, at hetta komst av, at hetlendingar mettu seg sum bjargingarmenn fyri allari verkætlanini við nýggju Norrønu, nú teir hava sett pening í Smyril Line, og at teir á hendan hátt vilja hava sín part aftur.
Men hetta hevur einki við veruleikan at gera, sigur Tormóður Djurhuus, nevndarformaður í Smyril LIne.
Hann sigur, at avgerðin um at lata Norrønu sigla til Hetlands, er tikin við vinnuligum útrokningum sum støði.
?Mett varð, at hetta var tað besta, sum loysti seg í hesum føri, sigur hann. Gott samband er við skotska meginlandið úr Lerwick, og leiðslan í felagnum helt, at hetta var góður máti at flyta vøru úr Føroyum inn á bretska meginlandið.
Tað er almannakunnugt, at hetlendingar eru partur av Smyril Line, men nevndarformðaurin vísir aftur, at tað hevur verið nakað krav frá teimum, at skipið skal leggja at í Lerwick.
Spurdur um, hvat varð av ætlanini um at sigla beinleiðis til Skotlands, sum tosað varð um, tá byrjað varð upp á nýggju Norrønu, svarar Tormóður Djurhus við at vísa til siglingina til Hetlands og taka uppaftur, at hetta var tað, sum leiðslan metti vera tað skilabesta í verandi støðu. Eisini hóast tað bæði kostar havnargjald í Lerwick, eins og lossing og lasting umframt tíð, tá fyrst skal leggjast upp í Hetlandi fyri síðan at flytast víðari við ferju til Aberdeen og so aftur víðari haðani.
?Men tað verður gjørt, tí leiðslan meti hetta sum skilabestu ferðaætlanina, leggur nevndarformðaur dent á, og sigur, at tað, sum danska tíðindaskrivið segði, má standa fyri teirra egnu rokning.