Norrøna liggur við bryggju í Runavík. Nýggi stoltleiki føroyinga er hotellskip á stóru fiskivinnumessuni, North Atlantic Fish Fair, har útlendingar og føroyingar í 1000-tali vitja.
Við eina slíka stevnu hoyrir vanliga vín og øl afturvið einum betri bita um kvøldarnar, tá fólk taka sær av løttum og sodna dagsins meldur og fiskaprát.
Men í ár er Norrøna turrløgd. Fútin hevur boðað fyrireikarunum frá, at skeinkjast má ikki við rúsandi løgi undir nøkrum umstøðum. Sum skilst hevur onkur meldað North Atlantic Fish Fair fyri fútan, tí tað hevur ljóðað, at Norrøna ætlar at skeinkja, hóast hon ikki hevur fingið serliga skeinkiloyvið, sum krevst.
Onki loyvi
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa orðið á fútan, áðrenn blaðið fór til prentingar.
Kári Thorsteinsson, loyvisleiðari á politistøðini í Havn, sigur við Sosialin, at Norrøna hevur fingið matstovuloyvið upp á pláss, men hon hevur ikki loyvi at skeinkja, so leingi hon liggur við bryggju og er hotellskip.
Hann kennir onki til, at Norrøna er meldað til fútan, sum tað hevur ljóðað, men hann vísir á, at løgreglan hevur skyldu til at tryggja sær, at loyvini eru í lagi, áðrenn skonkt verður alment.
Rúni Joensen, aðalstjóri í løgmálaráðnum, er formaður í serligu nevndini, sum veitir skeinkiloyvi. Og hann ger púra greitt, at Norrøna ikki kann skeinkja fyri sínum gestum.
? Í Føroyum hava vit ikki tann møguleika at veita skeinkiloyvi til einstøk tiltøk, sum tey hava í londunum kring okkum. Í Føroyum verða loyvini býtt út í ávísum tali til ymisku økini og eru galdandi fyri fýra ár í senn. Ávísar treytir skulu lúkast, men í lógini er ikki hugsað um, at vit kundu fáa eitt flótandi hotellskip, sigur Rúni Joensen.
Politiskur vilji
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, hevur arbeitt við einum uppskoti, sum miðaði ímóti, at skeinkiloyvi kundu gevast til einstøk tiltøk. Tað var lagt fyri landsstýrisfund, men júst tann heimildin, varð tikin útaftur.
Uppskotið var kortini lagt fyri løgtingið. Løgtingsfólk vórðu kunnað um, at hetta merkti, at Norrøna ikki fór at fáa skeinkiloyvi til slík tiltøk. Men ongin politikari ynskti nakra broyting.
? Bæði landsstýri og løgting ynskja, at tað skal vera soleiðis, og tí er púrt onki at gera hjá Norrønu. Hon kann ikki fáa loyvi at skeinkja, sum lógin er orðað, sigur Rúni Joensen.










