Í gjáramorgunin var somikið nógvur vindur, at skiparin á Norrønu ikki hættaði sær at leggja at bryggju í Havn. Norrøna var komin úr Danmark til Føroya í sambandi við vanligu rutusiglingina, men orsakað av tí nógva vindinum varð hon liggjandi úti á Nólsoyarfirði allan fyrrapartin, til hon endiliga slapp at bryggju um middagsleitið.