Norrøna hevur fingið fult siglingarloyvi og loysir í morgin áðrenn klokkan átta. Í morgun hevur fundur verið ímillum Smyril Line, Skipaeftirlitið og umboð fyri Klassan, Det Norske Veritas. Mynduleikarnir hava gjøgnumgingið Norrönu og kunnu váttað, at øll viðurskiftir eru í lagi.
Harafturat hevur Smyril Line sett í verk vegleiðingar til tess at minka um sannlíkindini fyri, at Norröna aftur kemur í so baldrutan sjógv sum seinasta sunnudag. Avleiðingarnar av hesum kunnu m.a. verða eitt økt óreglusemi í siglingini í vetrarhálvuni.
Smyril Line harmast í tíðindaskrivi um støðuna sum ferðafólk, farmakundar og viðskiftafólk annars eru komin í.