Tá ið Smyril fer í dokk í ein mánað í vár, verður tað kanska Norrøna, sum fer at røkja siglingina ímillum Suðuroy og Havnina.
Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Smyril skal í dokk í fyra ella fimm vikur til eftirlit, sum myndugleikarnir krevja.
Tað hevur mangan víst seg at vera sera tórført at fáa hóskandi avloysaraskip til suðuroyarsiglingina, tá ið Smyril er í dokk.
Einaferð sigldi gamla Norrøna, men onkuntíð hava skipini verið alt annað enn nøktandi.
Nú hevur sirið Stenberg, tingkvinna, spurt landsstýrismannin, hvussu tað gongur at finna eitt hóskandi avloysaraskip.
Og Johan Dahl upplýsir, at Strandferðslan og Smyril Line eru í samskifti um at fáa Norrønu at røkja suðuroyarsiglingina.
Men tað verða trupulleikar við pullartum og við atløguviðurskiftunum í Suðuroy, sum ikki eru góðkendir til Norrønu, men nú skulu Landsverk og Vinnumálaráðið tosa saman um tað ber til at loysa tann trupulleikan.