Vánaligt veður í Noregi gjørdi, at Norrøna kom ikki á Havnina fyrr enn í morgun Norrøna var nógv seinkað hendan túrin og kom tí ikki á Havnina fyrr enn í morgun, eitt samdøgur seinni enn eftir ferðaætlanini.
Norrøna slapp ikki at teirri vanligu bryggjuni í Bergen sunnumorgunin, tí veðrið var so ólagaligt. Skipið noyddist at leggja at við eina góðshavn, og tað hevði við sær, at ferðafólkini máttu bíða einar tveir tímar umborð, skrivar Bergens Tidende.
Sambært blaðnum kærdu ferðafólk seg eisini um túrin frá Hanstholm til Bergen sunnunáttina. Veðrið var illfýsið, og skipið rullaði illa, siga tey.
Umboðsmaðurin hjá Smyril Line í Bergen, Knut Steine, ásannar, at Norrøna rullar verri, nú annar stabilisatorurin er farin, men tað er ikki orsøk til at steðga siglingini, sigur hann við Bergens Tidende.









