Illveður er orsøkin til, at Norrøna verður níggju tímar seinni á Havnini enn ásett í ferðaæltanini Norrøna er seinkað á túrinum úr Danmark og til Føroyar. Sambært ferðaætlanini skuldi hon verið á Havnini klokkan seks í morgun, men nú verður roknað við, at Norrøna fer at leggja at klokkan trý seinnapartin í dag.
At Norrøna er níggju tímar seinkað fer tó ikki at hava stórvegis avleiðingar fyri ferðaætlanina í dag. Ætlanin sigur, at hon skal loysa í Havn og á veg til Seyðisfjarðar klokkan 17.00. Nú er ætlanin, at Norrøna skal fara til Íslands klokkan 18 í dag.
Orsøkin til seinkingina úr Danmark er, at tað var nógvur høgættarvindur, tá ið skipið skuldi fara úr Hanstholm leygardagin. Sambært ferðaætlanini skuldi Norrøna fara úr Hanstholm klokkan 13 leygardagin, men hon loysti ikki fyrrenn tað var liðið væl út á kvøldið.
Á veg úr Hanstholm og til Føroya skuldi Norrøna leggja at í Lerwick.