Týskvøldið skipar Norrøna Felagið í Føroyum fyri veljarafundi, har norrøna samstarvið verður umrøtt
Fundurin verður skipaður sum pallborðsfundur, har umboð fyri politisku flokkarnar fara at viðgera norðurlendskar spurningar.
Millum teir spurningarnar sum verða tiknir fram eru t.d., hvønn leiklut Føroyar skulu hava í norrøna samstarvinum - og hvat kunnu Føroyar geva hesum samstarvi?
Eitt annað áhugavert evni er, hvussu sannlíkt tað er, at eitt norðurlendskt samveldi verður skipað. Og umrøtt verður eisini, um grannamálsundirvísingin í føroysku skúlunum er nøktandi?
Tey, ið hava áhuga fyri hesum spurningum og tí norrøna samstarvinum, kunnu fara í Norðurlandahúsið í annaðkvøld klokkan 19.