Enn er ivasamt, um Norrøna fer til Íslands hesa vikuna Norrøna kom at bryggju í Ánunum um sekstíðina í morgun. Eftir upprunaligu ætlanini skuldi skipið koma á Havnina á midnátt í gjárkvøldið, men tað varð seinkað av tí vánaliga veðrinum.
Knappliga 400 ferðafólk vóru við hendan túrin.
Smyril Line sigur, at Norrøna verður liggjandi í Ánunum fyribils. Enn er ikki avgjørt, um skipið fer til Íslands hesa vikuna, men tann avgerðin verður tikin seinnapartinm.
Fer Norrøna ikki til Íslands hesaferð, siglir hon sum vant av Havnini aftur hósdagin kl. 17.00 til Bergen og síðan til Hanstholm, sigur Smyril Line.










