Norröna næstan fullsett

Flúgvibannið hevur havt við sær, at heilt nógv fólk hava valt at koma til Føroya henda túrin við Norrönu Fyri trimum korterum síðan loysti Norröna frá bryggju í Esbjerg. Umborð eru 1004 fólk og 199 bilar.

Hetta er púra óvanligt hesa ársins tíð.

Einki er at ivast í, at orsøkin er flúgvibannið.

Einasti mátin beint nú at koma til Føroya er sjóvegis. Eingin veit, nær flúgvandi verður aftur, og tí hava fólk valt ta tryggu loysnina at sleppa til Føroya.

Tað sigur ikki einki, at mikudagin vórðu bara 550 ferðseðlir seldir til henda túrin, og hini hava øll keypt ferðaseðil síðan, upplýsir Smyril Line.

Hesa ársíðina tekur Norröna smá 1200 fólk.