Tá ið Norrøna kom á Esberg í morgun, staðfestu manningin eitt brek á einum motori sum elvdi til, at bógskrúvan ikki riggaði, sum hon skuldi Tað førdi við sær, at Norrøna slapp ikki at bryggju við egnari megi, men mátti sleipast inn og tað syrgdi ein sleipibátur í Esbjerg fyri.
Avleiðingin er, at Norrøna er nakrar fáar tímar seinkað at bryggju. Hon skuldi leggja at klokkan níggju í morgun, danska tíð, men slapp ikki at fyrrenn klokkan var farin av klokkan 12, siga ferðafólk, sum standa á bryggjuni at bíða eftir at sleppa umborð, tí tey skulu heim aftur við.
Stórin á Smyril Line, Rúni Vang Poulsen sigur, at teir hava havt trupulleikar við einum hjálpimotori, men sum tað sær út nú, er tað ikki at ávirka siglingina sum so og tað fer heldur ikki at føra til seinkingar.
Á myndini, sum Jens Kr. Vang hevur tikið úr Esbjerg nú á miðdegi, sæst, hvussu Norrøna verður sleipað til lands.