Norrøna mátti bíða kortini

Norrøna var langt framman fyri ferðaætlanina, tá hon kom á Seyðisfjørðin í morgun, men skipið mátti bíða kortini Norrøna kom á Seyðisfjørðin um níggjutíðina í morgun ella næstan tríggjar tímar fyrr, enn ferðaætlanin sigur.

Kortini máttu skip og ferðafólk bíða eftir tollavgreiðsluni, tí tollarar og rúsevnahundur skuldu koma við flogfari úr Reykjavík, skrivar Morgunblaðið.

Jóhann Freyr Aðalsteinsson, deildarstjóri hjá tollavgreiðsluni á Seyðisfirði, sigur við blaðið, at tað hendir av og á, at Norrøna er framman fyri ferðaætlanina, og at tað er so ymiskt, um skipið kann avgreiðast beinan vegin, ella tað noyðist at bíða.