Suðuroyarsiglingin
?Tað verður ongin sparing fyri Landskassan at keypa Norrønu til suðuroyarsiglingina.
Tað er tann greiða niðurstøðan, sum tekniska deild hjá Strandferðsluni er komin til.
Hesar seinastu dagarnar hevur ovasta umsitingarliga, tekniska og fíggjarliga leiðslan á Strandferðsluni kanna fyri Vinnumálastýrið, hvørjir fyrimunir og vansar kunnu standast av at taka av tilboðnum frá Smyril Line um at keypa Norrønu til suðuroyarsiglingina.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum helt tilboðið verða áhugavert, tí Landskassin kundi fáa Norrønu fyri 115-130 milliónir, sum er helvtin av tí, sum ætlaði Smyril er mettur at kosta.
Landsstýrismaðurin hevur tískil biðið sakkunnleikan á økinum,Strandferðsluna gera eina meting av málinum.
Niðurstøðan Strandferðslan er, at hon mælir frá at keypa Norrønu.
Atfinningarnar eru nógvar.
Men eitt, sum Strandferðslan ger greitt, er at sparingin, sum Landskassin hevur við at keypa Norrønu, afturímóti at byggja nýtt skip, er løtuvinningur og at ongin sparing verður í longdini.
Ikki minst tá ið hugsað verður um restivirði á ferjunum um 10-15 ár.
?Verður onki gjørt við Norrønu, uttan at skifta høvuðsmotararnar út, hevur hon eitt restvirði upp á ímillum 0 og 10 milliónir um 10-15 ár.Hetta skal dragast frá íløguni upp á 170 milliónir. Men um 10 -15 ár hevur eitt nýtt suðuroyarskip eitt restvirði uppá 150 milliónir, sum skal dragast frá íløguni uppá 250-300 milliónir.
Harafturat metir Strandferðslan, at tað hevur stóran týdning, at ferðafólkarúmini eru í góðum standi. Umborð á Norrønu eru tey illa merkt av sliti og eru sera vánalig. Harumfram fer Norrøna at virka sum eitt spøkilsisskip, tí hon hevur 1.050 sovipláss, sum ikki eru brúk fyri og tí verður tað bara eitt lítið prosenttal av skipinum, sum fara at verða brúkt ímeðan restin stendur tómt.
Fleiri milliónir afturat
Tá ið Strandferðslan nevnir, at tað kostar 170 milliónir at keypa Norrønu og gera hana klára til suðuroyarsiglingina, er tað tí, at hon er ikki samd við Smyril Line um, hvat tað fer at kosta.
Norrøna kostar góðar 80 milliónir, men harumframt skal hon umbyggjast fyri góðar 50 milliónir, eitt nú skulu motrar skiftast og ymisk útgerð setast umborð, so at hon lykur altjóða krøv fram í tíðina.
Sostatt kemur kostnaðurin upp á slakar 140 milliónir.
?Men havast skal í huga, at hetta er fyri eina tænastuferð upp á 20 míl. Skal ferðin upp á 21 míl, sum nýggja Suðuroyarskipið skal sigla, fer tað at kosta 30 milliónir afturat.
Annars metir Strandferðslan at tað er neyðugt at gera nógvar aðrar ábøtur, enn tolboðið ljóðar uppá, eitt nú at ventilatión, hydraulikkur, el skipanir, alarm- og trygdarskipanir, wc, uppihadsrúm til ferðafólk, barlastskipanir, lensiskipanir, róður- og stýrisskipanir, umframt anna.
?Og tá er onki sett av til aptering og til at endurnýggja tøkniligar skipanir, sigur Strandferðslan.
Harumframt verður Norrøna 10-15 % dýrari í olju, enn nýggja suðuroyarskipið verður.
Harumframt krevur Norrøna størri manning, enn nýggja suðuroyarskipið fer at gera.
Men tað, sum Strandferðslan eisini stúrir illa fyri, er, at Norrøna, sum er eitt gamlar skip, fer at krevja nógv viðlíkahald.
?Ellisbrek fara ofta at fyrikoma, sigur Strandferðslan. Harafturat verður tað ein stórur vansi fyri reglusemi í suðuroyarsiglingini, at Norrøna má uttanlands í dokk, tá ið ellisbrek vísa seg.