Skiparin á Norrønu hevur sett meiri ferð á skipið, tí boðað er frá nógvum vindi í morginári. Norrøna verður á Havnini klokkan eitt í nátt
Í skrivandi løtu siglir Norrøna millum Hetland og Føroyar. Veðrið er gott, og tí hevur skiparin sligið stabilisatorarnar frá og setti meiri ferð á skipið, so tey náa á Havnina kl eitt í nátt. Hetta tí at væntast kann, at so nógvur vindur verður í morginári, at trupult verður at leggja skipið at bryggju.