Norrøna kemur heim mánadagin

Í morgun varð hildið, at Norrøna kundi koma til Føroya seinasta lagi leygardagin, men nú er støðan broytt. Tí Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line sigur við Kringvarpið, at umvælingarloysning, sum Smyri line hevur valt, fer at taka longri tíð enn upprunaliga hildið. 

 

 

 

Tí verður Norrøna ikki í Føroyum fyrr enn mánadagin. Rúni Vang Poulsen sigur, at tey 100 fólkini, sum vóru eftir á Norrønu eftir at fyrsta flogfarið flutti ferðafólk heim til Føroya av Norrønu, sleppa nú heim eisini. 

 

 

 

Tað vóru ikki øll ferðandi umborð á Norrønu, sum vildu heim beinan vegin við flogfarið, men tað fara tey so nú.