Tað er nú bert loyvt flogvøllinum í Vágum og Tórshavnar Havn at taka ímóti regluligum ferðafólkaflutningi uttan úr heimi.
Hetta er ein avleiðing av, at Føroyar 25. mars fóru upp í Schengen-samstarvið.
Á flogvøllinum er sokallaða SIS-skipanin sett upp í passeftirlitsbúrinum hjá løgregluni. SIS skipanin er ein felags dátugrunnur fyri øll Schengen-londini, har brotsmenn og fólk, sum eru útvíst úr Schengen-londum, eru skásett. Tá fólk koma á flogvøllin úr Skotlandi ella Onglandi, sum ikki eru við í Schengen, skal løgreglan sláa upp passnummarið hjá einstaka fremmand ferðafólkinum og vita, um viðkomandi kann sleppa inn í landið.
Byggja um Farðstøðina
Sama útgerðin skal setast upp á Farstøðini í Havn.
Schengen-samstarvið krevur, at ferðafólkahavnirnar í Schengen-londunum verða góðkendar sum Schengen-havnir. Tórshavnar Havn hevur søkt um at verða góðkend og hevur fingið játtan treytað av, at Farstøðin verður umbygd.
Tí arbeiða handverkarar í løtuni undir fullum trýsti at gera Farstøðina klára til Norröna fer undir summarsiglingina.
Norröna siglir nevniliga til Hetlands, sum ikki er við í Schengen. Tí skulu ferðafólk, sum koma úr Hetlandi við Norrönu, kannast í SIS-skipanini, sum verður sett upp í passeftirlitsbúrunum á Farstøðini.
Passeftirlitsbúrini verða í løtuni flutt, so løgreglan sær beint í andlitið á fólki, beinan vegin, tey koma inn á Farstøðina. Hetta er eisini eitt krav í Schengen-samstarvinum. Áður hevur passeftirlitsbúrini staðið soleiðis, at fólk hava verið noydd at veda sær ímóti teimum, fyri at koma til passeftirlitið.
Tað kostar millum 700 og 800 túsund krónur at gera Farstøðina Schengen klára.
Linari krøv til fiskiskip
Hóast tað nú bert er Tórshavnar Havn, ið kann taka ímóti ferðafólki úr til dømis Hetlandi, merkir hetta ikki, at útlendsk fiski- og farmaskip ikki hava loyvi at leggja at aðrastaðni enn í Havn.
Í Schengen-samstarvinum verður nevniliga skilt ímillum ferðafólkahavnir og aðrar havnir. Kemur til dømis ein skotskur trolari inn á Tvøroyri, kann hann væl leggja at. Hann skal bara frammanundan boða havnarmyndugleikunum frá, hvør er umborð. Síðani gera myndugleikarnir á staðnum av, um neyðugt er við neyvari eftirliti.










