Hetta sigur Leivur Hansen, formaður í Havnarnevndini, sum samtykti hetta fyrr í vikuni.
Leivur hansen sigur, at hetta eisini er atløgupláss hjá nýggja Smyrli, og í hesum sambandi hevur Tórshavnar Havn dýpt og umvælt rampuna har.
Fyrsta dagin verður farið undir at byggja ein 75 ts. pullart til tess at bøta um umstøðurnar at binda skipini, soleiðis at eisini Norrøna kann leggja at har, tá tað verður hildið at vera neyðugt, sigur hann.
Har stendur eitt petti eftir av gamla molanum. Við at stoypa nakað aftrat hesum pettinum er møguligt at brúka hetta sum fundament til tann nýggja stóra pullartin.
Arbeiðið verður mett at kosta 100 túsund krónur.