Norrøna – hvørki fyri føroyingar ella føroyska ferðavinnu?

Líka síðan fyrsta Norrøna varð sett í sigling, hevur ferðaætlanin verið skipað soleiðis, at skipið varð rikið út frá Føroyum

Tórshavn gjørdist miðdepilin fyri ferðafólkaflutningi sjóvegis í Norðuratlantshavinum. Útfrá Tórshavn silgdi skipið til Danmarkar, Noregs, Íslands og í fjør til Scotlands, og Norrøna var sostatt ein høvuðsveitari til føroysku ”incoming” ferðavinnuna.

Allir útlendingar sum sigldu við Norrønu til Íslands, vórðu tvingaðir at steðga á í Føroyum – tey sum komu úr Danmark máttu búleikast her frá mánadegi til mikudag, meðan skipið fór til Noregs, og tey sum komu úr Noregi máttu steðga her á heimferðini frá fríggjadegi til mánadag, meðan skipið var í Danmark.

Um hugt verður eftir einum yvirliti frá Smyril Line í sambandi við kreppuviðgerðina sæst, at 96.098 ”pax-legs” ferðaðust á leiðunum Danmark-Ísland, Føroyar Ísland og Noreg-Ísland vise-versa í fjør. Tá hugsað verður um, at øll máttu steðga á her í tveir ella tríggjar dagar, er væl skiljandi, at mikil peningur hevur ligið eftir teimum í landinum.

Øll hava tey keypt sær mat, og allarflestu teirra hava leigað sær bústað, eru farin útferðir, hava keypt sær størri og minni lutir at hava heimvið, hava fylt sær bensintangan o.s.fr. So ískoytið til føroyska búskapin hevur verið nógvar, nógvar tíggjutals milliónir.

 

Ferðaætlanin sigur søguna

Men nú Føroya Landsstýri kravdi og fekk fulla ávirkan á reiðaríið, í sambandi við kreppulánshjálpina herfyri, verður alt hettar broytt.

Frá komandi ári eru Føroyar ikki longur at rokna sum miðdepulin, men heldur sum ein millumhavn á høvuðsrutuni millum Danmark/Europa og Ísland, við einum avstingara til Havnar. Tað framgongur týðuliga av nýggju ferðaætlanini, sum er løgd út á heimasíðuna hjá landsreiðaríðnum www.smyril-line.fo < HYPERLINK "http://www.smyril-line.fo/" www.smyril-line.fo>

Meðan komu- og fráferðartíðirnar til og úr Danmark og Íslandi allar eru lagdar á degi ella tíðliga á kvøldi, vitjar Norrøna okkara klettar í flestu førum á náttartíð. Sunnukvøld kemur skipið á Havnina kl 2330, so ferðafólkini í fyrsta lagi eru í landi millum hálvgum eitt og eitt, og tá hon er ávegis úr Íslandi fríggjamorgum verður lagt at kl 0430.

 

Tveitt í land á náttartíð!

Er tað, at tveita fólk upp á land í fremmandum landi á náttartíð, hóskandi tænastuveiting? Nei sjálvsagt ikki, og tí verður tað heldur ikki gjørt, tá umræður høvuðshavnirnar, sum nú eru í Danmark og í Íslandi!

Men, hettar verða so treytirnar hjá teimum suðurlendingum, sum á veg til Íslands ella heimaftur kundu hugsað sær at dvølt tveir dagar ella so í Føroyum! Antin verða tey rend í land og skulu leita upp gistingarhús og veitingarstøð sunnunátt, tá kunningarstovur, matstovur og alt líknandi er stongt, ella tey á heimferðini noyðast ganga svøvnleys umborð alla náttina millum hósdag og fríggjadag fyri síðan at verða tveitt í land á havnarkaj millum kl fýra og fimm fríggjamorgum.

Hvat skulu hesi stakkals menniskju gera og hvar skulu tey fara?

Skulu suðurlendsku íslandsgestirnir vitja Føroyar og fáa fullan svøvn, noyðast tey at koma í land mikudag, tá Norrøna er á veg til Íslands. Men tá noyðast tey at brúka eina heila viku av frítíðini í Føroyum, og tað munnu tey flestu teirra halda verða ov leingi.

Ein annar spurningur er, um nýggja ferðaætlanin ikki fær hópin av teimum, ið ætlaðu sær eina feriu í Íslandi, at setast aftur. Tí tá valið stendur ímillum 6 tímar um borð á ferjuni millum Jútland og Noreg og síðan við bili til Nordkapp, ella tað at verða tvangsinnlagdur umborð á Norrønu 50 tímar hvønn vegin, tí so illa ber til at koma í land í Føroyum, tá kanska flestu teirra heldur velja hitt fyrra enn hitt seinna.

 

Fyrst Noreg og Scotland, nú eisini Ísland

Longu undir kreppulánsviðgerðini hoyrdist, at ferðafólk úr Svøríki, Noreg og Stórabretlandi ikki longur skuldu hava møguleika at koma sjóvegis til Føroyar, og nú fáa so íslendarar og ferðafólk ávegis úr Íslandi eisini somu viðfer.

Tí tey verða sanniliga ikki mong, sum velja eina vøkunátt umborð á Norrønu og so at verða tveitt upp á kajuna í Havn kl 0430 á nátt!

Man tað ikki vera eindømi í øllum heiminum, at politikkarar tjóðartaka eitt reiðarí við skattakrónum og síðan leggja fót fyri eina týðandi og skjótt vaksandi vinnugrein? – Tí føroysk ferðavinna stóð jú í góðum vøkstri?

Og føroyingarnir, sum ætla sær at ferðast sjóvegis fáa tað heldur einki lættari, tí tey koma og fara sjálvsagt eisini nevndu tíðir. Hinvegin er stóri munurin, at vit – í mun til útlendingarnar - vita hvar er at fara.

 

Politikarar áttu lært av Atlantsflogi!

Í 1992 komu umboð fyri Atlantsflog út í Tinganes, at biðja um 30 mió í kreppuhjálp. Undirritaði var landsstýrismaður í samferðslumálum og tók tí ímóti.

Hettar var eitt sera trupult tíðarskeið. Drigið var á luftina. Sjóvinnubankin var farin av knóranum, og bíðað varð eftir, at umboð fyri IMF skuldu koma til Føroyar at leggja landsstýrinum lag á ein nýggjan búðskaparpolitik.

Svenski bankin, sum fíggjaði Atlantsflog, og tryggingarfeløgini, sum veittu bankanum trygd mótvegis einum landskassaveðhaldi, kravdu eitt eyka lánsgjald upp á 30 mió her og nú, um felagnum skuldi verða lív lagað.

Skuldin hjá Atlantsflog var tá um 150 mió krónur, og felagið átti bert hitt eina flogfari.

Ein kreppuhjálp upp á 30 mió til Atlantsflog tá hevði als ikki hjálpt meira enn eitt kreppulán til Norrønu upp á somu upphædd fyri einum mánaði síðani.

Tað sum umráddi var júst tað sama sum umráddi nú viðvíkjandi Norrønu, nevniliga at finna eina varandi loysn heldur enn eina lappaloysn.

Tí varð heldur spurt, hvussu stóra lánsbyrðu Atlantsflog megnaði at bera, enn hvussu stórur akutti peningatørvurin var her og nú.

Tá komu stór tøl á borðið. Skuldi ein varandi loysn finnast, varð neyðugt at niðurgjalda lánsskuldina við 70 mió, og haraftrat mátti felagið fáa eina rímuliga upphædd til rakstur.

Hóast stóra mótstøðu – ikki minnst við atlitið til føroysku búskaparstøðuna sum heild – fór undirritaði niðan í tingið við einum lógaruppskoti, sum heimilaði at yvirtaka allan partapeningin í Atlantsflog og at inngjalda nýggjan partapening upp á 75 mió krónur. Hettar var mikil peningur fyri 16 árum síðani.

Mótstøðan var hørð, ikki minnst frá mínum egnu, tá politisk teori mátti víkja fyri praktiskari loysn. Orðastríðið var hart, men uppskotið varð samtykt, og Atlantsflog varð bjargað og kundi halda fram við útliti til raksrarligt avlop.

Í dag hevur landskassin fingið peningin aftur í ríkiligt mát og eigur fravegis part í Atlantsflogi, sum í virði er fleirfalt tað, sum ísett varð!

 

Reiðaríið vann stóran pening!

Tað hevði verið nógv ímillum, um teir sum nú varða av, høvdu áræði og dirvi at finna eina varandi heldur enn eina lappaloysn fyri Smyril Line. Og ikki minnst um teir valdu eina loysn, sum ikki gjørdist so stórt afturstig fyri føroysku ferðavinnuna sum hana, ið nú liggur á borðinum.

Nú hevur reiðaríið fingið eitt andarhol, vit eru í lágárstíð, og politikkarar hava tí tíð at hugsa seg um!

Teir vita, at reiðaríið tjenti góðar pengar við gamla skipinum, meðan tað silgdi eftir ”gomlu” ferðaætlanini. Tað er sostatt ikki ferðaætlanin, sum er óbrúkilig, men onnur viðurskifti enn ferðaætlanin, sum gera felagsins rakstur ómøguligan!

Og tað eru júst spurningar viðvíkjandi rakstrinum fyrr og nú, teir skulu fáa svaraðar. Eitt nú um nýggja skipið er egnað? Eitt nú, um skuldarbyrðan er størri, enn skipið orkar at bera, og í so fall hvussu mikið skipið megnar!

Eiga teir dirvi og áræði at finna eina varandi loysn fyri Norrønu, sum hóast tað inniber, at landskassin skal leggja út nakrar hundrað mió, so er eingin ivi um, at hesin peningur kemur fleirfalt aftur til landskassan í árunum sum koma.

Teir politikarar, ið ikki eiga hugflog, áræði og dirvi at virka, eru einki verdir!