Sigling
Tilboðið var ov gott at siga nei til, og tú kanst siga, at vit tosa um eina upphædd, sum endar við milliónir.
Tað sigur Peter Holm, stjóri á Smyril Line, nú tað er greitt, at Norrøna ongan túr ger frá 6. til 19. desembur í ár, tí tá er skipið leiga út til ferðavinnuskrivstovu, ið vil nýta Norrønu sum hotellskip á stóru veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn. Hann vil tó ikki siga, hvussu stór upphæddin er.
– Hetta hevur ligið í kortunum í eina tíð, og tí hava vit ikki selt ferðaseðlar til hesar túrarnar. Tó so. Tað eru eini 20, sum longu hava keypt ferðaseðlar, men tey fáa møguleika at flúgva og so frakta vit bilin fyri tey, um tað er neyðugt. Og so má eg leggja afturat, at tann 19. sigla vit aftur til Føroya, staðfestir stjórin.
Frakt verður
Hóast hugsað var um at leiga eitt skip, sum bæði kundi flyta frakt og ferðafólk, so staðfestir Peter Holm, at talan bert verður um fraktskip.
– Vit hava nøkur forpliktilsir til frakt, og hesi fara vit at halda, greiðir Peter Holm frá.
Tað var í gjár, at tað endaliga gjørdist greitt, at Norrøna skal nýtast sum hotellskip á veðurlagsráðstevnuni.
Norðmenn umborð
Tá skipið er komið at liggja í Keypmannahavn, verður tað beint við nýggju opruna í býnum, og tað verða serliga norðmenn umborð.
– Tað verða serliga norðmenn, sum koma at nýta skipið. Tað verður til smærri fundir og annars sum hotellskip. NRK fer eisini at senda frá Norrønu, greiðir Peter Holm frá.
Henda útleigan merkir altso, at skulu fólk til landið ella úr Føroyum frá 6. til 19. desembur, so er størsti sjóvegis møguleikin ikki til staðar, men frakt verður flutt á sama hátt sum vanligt.