Norröna handað OM Ships

Týskvøldið var hátíðarhald umborð á gomlu Norrönu, sum liggur við bryggju í Keypmannahavn í sambandi við, at OM ships endaliga hevur tikið yvir skipið

Týsdagin var stór móttøka umborð á gomlu Norrønu, Norrönu I, í samband við at skipið verður selt OM Ships.
Longu seinnapartin var høvi hjá fólki at fáa eina rundvísing umborð á skipinum. Fólk frá OM greiddu frá, hvussu komandi »Logos Hope« fer at síggja út, og summar av umvælingunum tykjast vera rættiliga umfatandi. Millum annað verður bildekkið býtt upp í tvær hæddir, har ovara hæddin verður bókasøla og tann niðara goymsluhøli. Nógv umvælingararbeiði verður eisini gjørt aðrastaðni á skipinum. Kahúttir skulu gerast størri, skúli skal byggjast á sóldekkinum, stórt hol skal skerast á síðuna av skipinum til av og áskipan og so framvegis.
Á tíðindafundinum vóru bæði umboð fyri Smyril Line og OM Ships. Á myndini síggjast Óli Hammer og Bernt Gulker taka lógvatak.
Teir standa saman við fólki frá Smyril Line og OM. George Verwer, sum stovnaði OM, er nummar 4 frá høgru.
Á samkomuni um kvøldið var nógv ymiskt á skránni. Litið varð aftur í søgu OM, og sagt varð frá, hvussu keypið av Norrønu varð fingið í lag. Tey trý umboðini frá Smyril Line, Óli Hammer, Jóannes á Váli og Klæmint Weihe fingu gávur handaðar frá leiðsluni í OM og søgdu eisini frá teirra søgu um skipasøluna.
Nøkur føroysk ungfólk høvdu skipað fyri felagssanginum og framførdu eisini við Árna Jensen, skipara umborð á Doulos, á odda ein sang.
Aftaná var ein drekkamuður at fáa, og høvi var hjá teimum gott og væl 400 fólkunum, sum vóru komin ymsa staðni frá í heiminum, at fáa eitt prát.